Suðuroy og framtíðin

Tali av ungum millum 0-19 ár minkar við umleið 200 fólkum og tali av eldri yvir 65 ár økist við umleið 300 fólkum tey komandi 25 árini.
Hetta sigur mær, at nú skal ikki tosast og kannast meira, nei, nú skal ein komandi samgonga og landsstýrismenn við dirvi, taka avgerð og leggja almenn arbeiðspláss í Suðuroy, fyri at venda tí døpru framrokningini av fólkatalinum í oynni.
Hesi arbeiðspláss kunnu verða Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Strandfaraskip Landsins, Hagstova Føroya og onnur.
At flyta eitt ella tvey arbeiðspláss ger alt ov lítlan mun, tað skal verða millum hálvtrýss og hundrað arbeiðspláss, sum skulu verða flutt innan eitt ella tvey ár.