21. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í dag og í morgin. Fýra dystir verða spældir seinnapartin í dag, og seinnapartin í morgin fer TB at taka ímóti MB.
VB/Sumba er topplið. Næstu kappingarneytarnir eru B71, TB og HB, sum øll hava 35 stig. B71 og TB hava møguleika at flyta upp, meðan teir næstbestu í HB spæla fyri seg røkka so fínum heiðursmerkjum, sum tað ber til.
Av fýra teimum fremstu eiga liðini í Suðuroy og B71 heimavøll, meðan HB fer at spæla á útivølli. Í Í ár eigur Suðuroy einki lið í fremstu deildini. Um tað hesa ferð eydnast VB/Sumba og TB at vinna, so verður sannlíkið rættuliga stórt fyri, at Suðuroy næsta kappingarár fer at eiga í hvussu so er eitt lið í bestu deildini.
Ídag:
VB/Sumba-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
Víkingur-FC Hoyvík: Birgir Sondum kl. 15.00
B71-B68: Bent Tommy Linklett
Skála-HB: Jón Kári í Brekkuni
Sunnudagin:
TB-MB: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan undan 21. umfari
VB/Sumba 40
B71, TB, HB 35
B68, NSÍ, FC Hoyvík 28
Víkingur 24
Skála 19
MB 8