Einki felag í Suðuroy verður umboðað í fremstu fótbóltsdeildini í 2011. Tað er greitt, eftir at FC Suðuroy í dag hevur tapt 1-0 á Argjum ímóti longu niðurflutta AB.
FC Suðuroy spælararnir vóru sera tamir størsta partin av uppgerðini. At B71 varð avklætt í Runavík bar við sær, at suðuroyingarnir høvdu møguleika sjálvir at avgera sína lagnu. Treytin var, at teir í minsta lagið megnaðu eitt stig á Argjum, men tað megnaðu teir ikki.
AB vann 1-0 við málinum, sum Tróndur Sigurðsson skoraði við brotssparki í 2. hálvleiki.
Síðstu løtuna hevði FC Suðuroy nógv fólk frammi á vøllinum, og teir vóru onkra ferðina tætt við, men tað eydnaðist ikki, og tá ið Ransin Djurhuus hevði bríklsað fyri síðstu ferð, tveittu bláklæddu FC Suðuroy spælararnir seg á vøllin!
--------
Kanska B71 hóast stórtap í Runavík fer at varðveita plássið í bestu deildini.
Bjargingin kann koma frá longu niðurflutta AB.
Argjamenn hava lagt seg á odda. Ransin Djurhuus peikaði á ellivu metra blettin, eftir at vongverjin hjá AB, Yohan Borðoy, varð feldur í brotsteiginum, og Tróndur Sigurðsson var púra tryggur, tá ið hann royndi seg av brotssparksblettinum.
AB-FC Suðuroy kl. 15
Dómari: Ransin Djurhuus