1. deild: Eftir trý umfør eru tey bæði liðini úr Suðuroy á plássunum, sum bera uppflyting við sær. Páskaaftan var fult programm í næstbestu fótbóltsdeildini, og eftir triðja umfar eru tað FC Suðuroy og TB, sum eru á tveimum teimum ovastu plássunum.
Toppuppgerðini hesa ferð var á Argjum, har FC Suðuroy vitjaði. Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri 2-0, men heimaliðið togaði seg upp á javnleik. Tveir minuttir undan leikloki skoraði FC Suðuroy sigursmálið.
Eftir 1. hálvleik sá tað út til, at Skála fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina skuldi seta stig á kontina, men soleiðis gekk tað ikki. Tíggju minuttir undan leikloki skoraði heimaliðið við Margáir sigursmálið.
TB vann 5-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur, og 6-1 tapið á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ ber boð um, at HB ikki ætlar at gera tann vørrin, sum teir næstbestu hjá havnarfelagnum ofta plaga at gera.
At FC Hoyvík ikki megnaði meiri enn 2-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu víkingunum, bendir á, at tað neyvan verður annar kappingarneyti við suðuroyarliðini um uppflytingina enn AB
EB/Streymur-Skála 3-2 (0-2)
0-1: Ólavur Mikkelsen br 5.
0-2: Jákup Johansen 27.
1-2: Poul G. Olsen br 48.
2-2: Ólavur F. Ejdesgaard 51.
3-2: Jens Michael Jensen 80.
FC Hoyvík-Víkingur 2-2 (1-0)
1-0: Bogi á Borg Eyðunsson 32.
1-1: Sonny Dalheim 77.
1-2: Jan Poulsen 84.
2-2: Jón Brekku 90.
TB-07 Vestur 5-0 (1-0)
1-0: Hanus Mortensen 32.
2-0: Aron Sørensen 48.
3-0: Rógvi Joensen 55.
4-0: Rógvi Joensen 84.
5-0: Teitur Justinussen br 90.
HB-NSÍ 1-6 (0-1)
0-1: Magnus Olsen
0-2: Hugues Namni br 52.
0-3: Magnus Pauli Sørensen 56.
1-3: Jón Rói Davidsen 59.
1-4: Bárður Midjord 74.
1-5: Magnus Olsen 79.
1-6: Magnus Pauli Sørensen 85.
AB-FC Suðuroy 2-3 (0-2)
0-1: David Asare 30.
0-2: Davis Asare 41.
1-2: Alex Mellemgaard 46.
2-2: Milan Kuljic br 55.
2-3: John Poulsen 88.
Reytt kort: Alex Mellemgaard, AB, 90. (2 gul)
Støðan eftir trý umfør
TB 9
FC Suðuroy 9
EB/Streymur 9
AB 6
NSÍ 6
HB 3
FC Hoyvík 1
Víkingur 1
Skála 0
07 Vestur 0