Trygdin á føðideildini á Suðuroyar sjúkrahúsi er komin á dagskrá, eftir at Landslæknin hevur mælt til, at allar stovnsføðingar í framtíðini skulu verða framdar á Landssjúkrahúsinum. Føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsini kann tí vera stongd, um landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kartin Hansen, velur at fylgja tilráðingini frá Landslæknanum. Arbeiðið við at lýsa málið í smálutir er í gongd, men í hesi feriutíð, hevur Kartin Hansen útsett hoyringsfreistina hjá leiðslunum á Suðuroyar sjúkrahúsini og Landssjúkrahúsinum, sum hava valgt at koma við einum felagsskrivi.
Upprunaliga skuldi skrivið frá sjúkrahúsunum báðum vera landsstýrismanninum í hendi um miðjan juli, men partarnar hava nú avgjørt at leingja freistina til fyrst í september.
-Tá eg havi fingið skrivið frá sjúkrahúsunum, skal tað viðgerðast saman við øilum hinum tilfarinum í málinum, so tað gongur rúm tíð, áðrenn eg taki nakra avgerð, sigur Kartin Hansen við Portalin.
Tað er ikki vist, at føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður niðurløgd, men kemur landsstýrismaðurin til ta avgerð, so fer tað eisini at taka eitt sindur av tíð at fáa hana framda í verki.
-Undir øllum umstøðum, hendur einki fyrr enn í sambandi við eina nýggja fíggjarlóg, sigur Kartin Hansen.
Sjálvt um tað kanska endar við, at kvinnur í Suðuroy skulu til Havnar at eiga, so fer tað at verða gjørligt at eiga á Suðuroyar sjúkrahúsini í serligum førum, eins og tað er í Klaksvík, har ein kvinna átti á Klaksvíkar sjúkrahúsini í fjør, tó at har eingin serstøk føðideild er har longur.
Modelmynd