Á Suðurrás og á heimasíðuni hjá TB hava mong nýtt høvið at hoyra Niels Petersen siga frá dystunum hjá TB. Til onkran dyst hava yvir 2000 fólk streama dystarfrásøgnina hjá Nielsi.
Í dag beyðst høvið hjá lurtarunum hjá Rás2 at hoyra Niels siga frá seks av málunum TB hevur skotið hetta kappingarárið. Og er talan um ein heilt serligan stíl, sum fær ein at hugsa um suðurlendskar tilstandir.
Undir greinini ber til at hoyra Niels Petersen siga frá málunum, sum TB hevur fingið ímóti B68, HB, NSÍ, Víkingi og FC Suðuroy fyrr í ár.