Fleiri fólk frá suðurkoreanska oljufelagnum STX úr Seoul komu inn á gólvið í Hoyvík at avgreiða umsókn um keyp av loyvisparti hjá SHELL í leitiloyvinummWilliam har suðuri á landgrunninum. Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi váttar, at teir hava havt suðurkoreanar á vitjan og at hetta snúði seg um keyp av parti hjá SHELL í leitiloyinum, har Williambrunnurin verður boraður í løtuni. Herfyri kom fram, at suðurkoreanska felagið hevði samráðingar við SHELL um at keypa ein part av tess luti í William. Eisini eitt annað felag í fjareysturi, japanska oljufelagið, Sieco hevur keypt seg inn í leitiloyvi á føroyska landgrunninum. (Jan)