Suðurkoreanski forsetin í Grønlandi

Í dag kemur suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-bak, til Grønlands á almenna vitjan. Vertir hansara eru grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, og Fríðrikur krúnprinsur.

Vitjanin er enn eitt tekin um tann ovurstóra áhuga, sum Grønland hevur fingið í seinastuni orsakað av teimum nógvu og týdningarmiklu ráevnunum í undirgrundini.

Kina hevur í løtuni næstan einkarrætt, tá tað snýr seg um sjáldsom ráevni. 95 prosent av tí, sum verður útvunnið, kemur úr Kina. Tað var heldur ikki av tilvild, at ein væl mannað kinesisk sendinevnd var í Grønlandi í summar.