Bjartskygni ræður í Suðurkorea, nú útlitini fyri varandi friði vaksa í heilum á koreansku hálvoynni. Ein veljarakanning hjá stovninum Realmeter vísir, at 64,7 prosent av suðurkoreanaranum trúgva upp á, at Norðurkorea fer at steðga kjarnorkuframleiðsluni og varðveita friðin. Kanningin er gjørd dagin eftir, at norðurkoreanski leiðarin Kim Jong Un og suðurkoreanski forsetin Moon Jae-In hittust fríggjadagin. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Ein kanning, sum sami stovnur gjørdi áðrenn fundin, vísti, at einans 14,7 prosent av teimum spurdu tá trúðu upp á varandi frið millum grannatjóðirnar.
Moon Jae-In var eisini fegin um fundin, tá hann mánadagin møtti aftur til arbeiðis í stjórnarbygninginum.
- Eg eri vísur í, at hetta er byrjanin til eina nýggja tíð við friði á koreansku hálvoynni, segði Moon Jae-In við síni starvsfólk, sambært Reuters tíðindastovuna.










