Suðurkoreanar vitjaðu á Jarðfeingi

Suðurkoreanar eru nú við í føroyskari oljuleiting. Nú um dagarnar vitjaði ein sendinevnd úr Seol á Jarðfeingi Suðurkoreranar vitjaðu Jarðfeingi

Nú um dagarnar fekk føroyska oljufyrisitingin Jarðfeingi heldur sjáldsama vitjan. Fleiri fólk frá suðurkoreanska oljufelagnum STX úr Seoul komu inn á gólvið í Hoyvík at avgreiða umsókn um keyp av loyvisparti hjá SHELL í leitiloyvinummWilliam har suðuri á landgrunninum. Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi váttar fyri Portalinum, at teir hava havt suðurkoreanar á vitjan og at hetta snúði seg um keyp av parti hjá SHELL í leitiloyinum, har Williambrunnurin verður boraður í løtuni. Herfyri kom fram, at suðurkoreanska felagið hevði samráðingar við SHELL um at keypa ein part av tess luti í William. Eisini eitt annað felag í fjareysturi, japanska oljufelagið, Cieco hevur keypt seg inn í leitiloyvi á føroyska landgrunninum.