Oljufelagið Shell hevur júst boðað frá, at tað hevur selt (farmað út, blaðm.) burtur av sínum loyvi á føroyska landgrunninum, 007 ella betri kent sum Williamleiðin. Tað er brunnurin, sum verður boraður í løtuni. Sambart Korea Herald og Energy Current hevur Shell selt 10% av sínum føroyska loyvi til suðurkoreanska felagið. Frammanundan hevur Shell selt 4% av sama loyvi til føroyska oljufelagið Faroe Petroleum. Sostatt eru nú fimm oljufeløg við í Williamboringini, nevniliga BP, Shell, Anadarko, Faroe Petroleum og STX Energy. Onkur kelda vil vera við, at Shell so smátt er við at taka seg úr føroyskum øki. Aðrar keldur siga, at Shell bert roynir at spjaða váðan enn meira.
Sum skilst hevur Shell eisini selt partar út av tveimum loyvum norðan og vestan fyri Írland til sama suðurkoreanska felag. Tað, sum er áhugavert í hesum er, at talan er um Atlantsmótið, sum við hesum fer at fáa størri fokus í altjóða oljuheiminum.
Herfyri keypti japanska oljufelagið Cieco seg inn í loyvi hjá Eni og Faroe Petroleum á føroyska landgrunninum, har hesi í ár ella í 09 fara at bora Anne Marie brunnin, sum av jarðfrøðingum verður mettur sera áhugaverdur, nú hann liggur so tætt upp at oljukeldum á bretskum øki. Enn eitt japanskt felag, Idemitsu liggur framvið skilst. Tað er í løtuni í samráðingum við oljufelag at keypa seg inn í føroyskt leitiloyvi. Við hesum verða tá trý nýggj feløg úr fjareysturi við í oljuleitingini við Føroyar. Hetta kundi bent á, at oljufeløg trúgva uppá føroyska økið.
Sum skilst hevur Jarðfeingi ikki fingið endaliga umbøn frá Shell um broytingina, men helst kemur hon fyrsta dagin. Petur Joensen, stjóri sigur við Portalin, at teir vilja viðgera slíka umsókn so skjótt hon kemur. Hann veit annars um, at Shell hevur verið í samráðingum við annað felag.