Suðurkoreanski herflotin hevur sent skip út í Gula Havið at gera eina roynd at bjarga møguligum leivdum frá norðurkoreonsku rakettroyndini fyrr í vikuni.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at herflotin hevur funnið eitt petti av rakettini, og at nú verður roynt at fáa tað umborð á eitt skip.
Tann fyrsti parturin av rakettini datt niður nærhendis Kolahálvoynni, og tað seinasta datt í havið eyastan fyri Filipsoyggjarnar.
Suðurkorea hevur hvassliga fordømt ta norðurkoreonsku rakettroyndina, og USA og ES hava sagt, at tey umhugsa at seta nýggj tiltøk í verk ímóti Norðurkorea. Eisini Russland og Kina hava mótmælt, at Norðurkorea royndi rakettina.