Suðurkorea óttaðist álop

Suðurkoreanar, sum ætlaðu sær at senda flogseðlar við politiskum innihaldi norður um markið til Norðurkorea um vikuskiftið, sluppu ikki at fremja ætlanina í verki, tí myndugleikarnir forðaðu teimum at sleppa fram at markinum.

Tey, sum høvdu fyrireikað tiltakið, eru í øðini og siga, at framferðin hjá myndugleikunum vísir, at stjórnin í Seoul hevur slakað fyri stjórnini í Pyongyang.

Fríggjadagin hótti Norðurkorea við at svara við hermegi, um Suðurkorea lat fólk sleppa at órógva viðurskiftini við markið, og hetta var tann fyrsta hóttanin av hesum slagnum, síðani Kim Jong-un tók við sum leiðari í Norðurkorea eftir faðirin, Kim Jong-il.

Tíðindi úr Suðurkorea siga, at norðurkoreanar høvdu sett herútgerð upp við markið, og at stjórnin í Seoul tí valdi at taka ta norðurkoreonsku hóttanina í álvara.