Myndugleikarnir í Suðurkorea stúra fyri, at amerikanarar fara at gera seg inn á suðurkoreanar, eftir at ein maður av suðurkoreonskum uppruna skjeyt 32 fólk í Virginia. Í einari roynd at sissa fólk hava suðurkoreonsku myndugleiklarnir sent avvarandi hjá teimum myrdu samkenslufjarrit.
Suðurkoreanska uttanríkisráðið sigur eisini, at stig ewru tikin til tess at verja suðurkoreanar, sum eru í USA.
Tann 23 ára gamli Cho Seung-Hui hevði flutti til USA í 1992. Foreldur hansara hava eitt vaskarí.










