Eftir stórt trýst úr fleiri londum hevur stjórnin í Suðurkorea slept ætlanini at veiða nakað av stórhvali til vísindaligar rannsóknir. Suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap bar tíðindini í dag, men sum skilst hevur fiskimálaráðið ikki váttað tey.
-Sjálvt um málið við veiðini var vísindaligt, noyðast vit at ásanna, at hetta er eitt kensluborið mál bæði her í landinum og uttanlands, og tí hava vit valt at sleppa ætlanini, sigur ein stjórnartalsmaður við Yonhap.
Suðurkorea hevur annars víst á, at hvalastovnurin har á leiðini er nógv vaksin, og at tað tí var grundarlag fyri at veiða eitt sindur burtur av stovninum til rannsóknir. Men mótmæli úr fleiri londum og fyrst og fremst USA, Avstralia og Ný Sælandi hava fingið landið til at sleppa ætlanini.