Suðurkorea gloppar dyrnar fyri samráðingum

Í einari roynd at avmarka spenningin á Koreanesinum hevur kinesiska stjórnin biðið tey bæði koreonsku londini fara til samráðingarborðið sum skjótast. Í fyrsta umfari vísti suðurkoreanska stjórnin uppskotinum frá sær, men fyrrapartin broytti hon meining og segði, at hon er til reiðar at umhugsa kinesiska uppskotið sera gjølla.

Kina skeyt í gjár upp, at londini, sum hava verið uppi í sekspartasamráðingunum um ta norðurkoreonsku kjarnorkuverkætlanina, hittast sum skjótast.

Teir næstu dagarnar fara herskip úr Suðurkorea og USA at hava felags venjing í Gula Havinum. Norðurkorea hevur hótt við álvarssomum tiltøkum, verður venjingin ikki avlýst.