Suðurkorea fyrireikar seg kríggj

Suðurkorea fyrireikar seg til at svara einum møguligum álopi frá grannalandinum Norðurkorea. Í dag hevur suðurkoreanski herflotin eina venjing, har herskip venja seg til at bardaga við kavbátar. Samstundis fyrireikar herflotin fleiri venjingar, sum verða teir næstu dagarnar, og ætlandi fara amerikonsk herskip at taka lut í summum teirra.

Norðurkorea hevur í dag ógildað eina hernaðaravtalu við Suðurkorea. Avtalan skuldi forða fyri, at óhapp ella misskiljingar skuldu elva til vápnað stríð landanna millum, men Norðurkorea sigur nú, at landið kennir seg ikki bundið av teirri avtaluni longur.

Tekniskt hava Norðurkorea og Suðurkorea ongantíð endað Koreakríggið, sum vardi frá 1950 til 1953.