Lagt til rættis: Rigmor Dam og Niels Uni Dam
Gallup-kanningin um eitt valdømi, sum Sosialurin hevur latið gjørt, vísti, at meirilutin av føroyingum eru fyri einum valdømi. Men stórur munur er á úrslitinum norðanfyri og sunnanfyri. Ikki óvæntað vísir kanningin eisini, at tess nærri fólk eru at høvuðsstaðnum, tess meira eru fólk fyri einum valdømi. Sostatt er munurin millum tey sum siga ja og nei minni í Vágum og í Norðoyggjum, enn í miðstaðarøkinum. Komandi dagarnar hyggja vit at býtinum millum inntøkubólkar, størv og útbúgvingarstøði hjá fólkunum, sum hava luttikið í kanningini.
Heldur óvæntað eru ungdómar í aldursbólkinum 15-24 millum tey sum eru mest ímóti at Føroyar gerast eitt valdømi. Fólk í aldursbólkinum 40-49 eru mest fyri.
--
Myndatekstir:
Fólk sunnanfyri mest skeptisk
Sum væntað er sunnari partur av landinum mest skeptiskur mótvegis einum valdømi. Í Sandoy eru nærum helmingurin ímóti, meðan 30 prosent eru fyri einum valdømi. Men samstundis eru heili 22 prosent, sum siga seg ivast enn. Í Suðuroy er meirilutin ímóti uppaftur greiðari, har 55 prosent siga seg vera ímóti, meðan 38 prosent er fyri. Har hava eisini fleiri fólk tikið støðu, tí bert 8 prosent siga seg ikki vita. Hesi úrslit samsvara væl við støðuna hjá tinglimunum úr hesum báðum oyggjum, sum eftir øllum at døma eru ímóti.
Sum vit eisini kundu vænta, so eru fólk í miðstaðarøkinum mest íðin fyri einum valdømi, og tess longur burtur fólk eru frá miðstaðinum, tess minni undirtøku fær uppskotið um eitt valdømi. Sostatt eru fólk í Vágum og í Norðoyggjum eisini ímóti, men har eru tølini kortini javnari enn í sunnara parti av landinum.
--
Miðfloksveljarar ósamdir við tingmanning
Tingmanningin hjá Miðflokkinum er á einum máli um, at Føroyar eiga at verða eitt valdømi, men hesum eru veljarar floksins als ikki samdir í. Í øllum hinum flokkunum er greiður meiriluti fyri einum valdømi, men millum miðfloksveljarar er meirilutin eins stórur ímóti uppskotinum. Heili 54 prosent av teimum spurdu miðfloksveljarunum eru ímóti, meðan einans 31 prosent eru fyri einum valdømi. Fólkafloksveljarar eru við 31 prosentum ímóti, tann bólkurin, har mótstøðan er næst størst, men í hesum bólki er tó greiður meiriluti fyri, við 55 prosentum fyri, at Føroyar gerast eitt valdømi.
Bestu undirtøku fær uppskotið millum veljarar hjá Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, har ávikavist 69 og 66 prosent eru fyri, at Føroyar verða eitt valdømi.
--
Størst mótstøða millum tey yngstu
Tað eru yngstu veljararnar, teir ímillum 18-24, ið vísa mest fyrivarni mótvegis uppskotinum um at gera Føroyar til eitt valdømi. Meðan tað í øllum øðrum aldursbólkum er greiður meiriluti fyri uppskotinum, so stendur á jøvnum millum tey, ið eru fyri, og tey, ið eru ímóti. 39 prosent eru fyri og 39 prosent ímóti. Sostatt eru eisini 22 prosent av teimum yngstu, ið ikki hava tikið støðu. Einasti bólkur har størri partur ikki hevur tikið støðu enn, er tey, ið eru yvir 60 ár. Í elsta bólkinum eru 24 prosent, ið ikki hava tikið støðu enn, men millum tey, ið hava tikið støðu í hesum bólki er greiður meiriluti fyri uppskotinum, heili 54 prosent eru fyri, at Føroyar gerst eitt valdømi.
--
Javnt millum kvinnur og menn
Mannfólk og konufólk eru rættiliga samd um at vera fyri einum valdømi. Kortini eru mannfólkini eitt sindur positivari enn kvinnurnar. Eisini eru fleiri kvinnur enn menn, sum siga seg ikki vita.