Kreppan og tað stóra arbeiðsloysið í teimum suðurevropeisku londunum hava fingið nógv fólk at leita sær til Týsklands í vónini um at tryggja sær betri livikor.
Tøl hjá týsku myndugleikunum vísa, at í fjør komu 23.800 grikkar til Týsklands, og tað var heili 90 prosent meiri enn árið fyri. 30.200 italiumenn fóru til Týsklands í fjør slla 23 prosent fleiri enn í 2010, og úr Spania komu 20.700 fólk ella 52 prosent fleiri enn í fyrraárið.
Hagtølini vísa, at tey flestu, sum leita sær úr Suðurevropa til Týsklands, eru millum 30 og 45 ára gomul, og at tey vilja sleppa at búgva í býum, har tey eiga vinir ella skyldfólk frammanundan.
Tilsamans fluttu 985.000 útlendingar til Týsklands í fjør, og 678.000 fólk fóru úr Týsklandi, sum hevur umleið 81,5 milliónir íbúgvar.











