Talan er um spælarar, sum ætlandi skulu styrkja um álopspartin hjá KÍ.
Tað er Ólavur Waag Høgnesen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa samband við spælararnar, og venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, tykist spentur.
- Tað er hørð kapping um teir føroysku álopsspælararnar. Og tá tað ikki ber til at finna ein áleypara í Føroyum, noyðast vit at leita uttanlands. Og eg vóni, at talan er um spælarar, sum kunnu styrkja um álopsspælið hjá okkum, sigur Eyðun Klakstein við portalin.
Spælararnir, sum talan er um, eru argentinski Jonatan Tridente, sum hevur spælt við Los Andes í næstbestu argentinsku deildini. Brasilumaðurin eitur Rodrigo Silva, og hevur eitt skifti roynt seg í Sandefjord í norsku tippeliguni.
Spælararnir koma til Klaksvíkar miðskeiðis í februar mánaði.