Suðurafrikanskur fótbóltsleiðari myrdur

Mánadagin var fyrrverandi varaforsetin í suðurafrikanska fótbóltssambandinum, Jimmy Mohala myrdur uttanfyri heim sítt. Suðurafrikanskir fjølmiðlar halda orsøkina verða, at hann avdúkaði mutur í samband við bygging av leikvøllum til HM í Suður-Afrika

Fótbóltur

 

44 ára gamli Jimmy Mohala var ein framstandandi politikkari, umframt at verða fyrrverandi varaforseti í suðurafrikanska fótbóltssambandinum. Mánadagin var hann skotin uttanfyri heim sítt av trimum byrsumonnum, 33 kilometrar eystanfyri Johannesburg. Sonurin var eisini raktur av kúglum, men hann yvirlivdi.

 

Avdúkaði mutur

Suðurafrikanskir fjølmiðlar eru ikki í iva um, at Jimmy Mohala var dripin, tí hann avdúkaði mutur í samband við byggingina av Mbombela-Leikvøllinum, sum skal standa klárur til HM í 2010. Jimmy Mohala var kendur fyri at verða ein rættvísur maður, sum segði frá, um okkurt skeivt var á vási.

Hann gjørdi nógv fyri at rudda upp í lokalpolitikkinum í Johannesburg, og tað gav honum nakrar fíggindar. Freistingin fyri mutri er avgjørt til staðar. Arbeiðarnir, sum fáast við at byggja leikvøllirnar fáa bara umleið tað, sum svarar til 570 danskar krónur um mánaðin. Og hóast príslegan er lág í Suður-Afrika, so er tað ikki nógv at breyðføða familjuna við. Lága Lønarlagið ger tað freistandi hjá fólki at taka við mutri.

 

Nógvur kriminalitetur

At tað ikki er vandaleyst at ferðast í Suður-Afrika kom týðiliga fram í einari blaðgrein hjá amerikanska blaðnum, Foreign Policy. Foreign Policy metti Cape Town at verða tann næstmest vandamikla stórbýin í Heiminum, um ein hugsar um øll drápini, sum eru í mun til íbúgvaratalið í býnum.

Higartil hava tó eingi av teimum norðurlendsku uttanríkisráðunum frárátt fólki at ferðast til HM í Suður-Afrika næsta ár.

Mett verður, at suðurafrikonsku myndugleikarnir fara at herða trygdarreglarnir fyri at tryggja, at teir mongu fótbóltsturistarnir kunnu ferðast trygt í landinum, summarið í 2010. Dentur verður tó lagdur á, at tey sum ætla at ferðast til HM í Suður-Afrika, eiga at ferðast í bólkum, og halda seg til tey serligu ferðamálini, sum eru ætlaði útlendsku ferðafólkunum. Ferðast ein einsamallur, so kann tað gerast vandamikið í ávísum økjum.

 

Danskt par dripið

Í fjør var eitt danskt par dripið. Hetta vakti afturljóð í Danmark, men suðurafrikonsku ferðamyndugleikarnir royna at vísa á, at 10 miljónir ferðafólk vitja landið, og at tað eru eitt rættiliga lítið tal av fólki, sum kemur út fyri slíkari ræðuligari vanlagnu. Men ein tílík vanlukkulig hending hevur ávirkað donsk ferðafólk, tá tey skulu kjósa sær eitt land at ferðast í.

Tó er líkt til, at fótbóltsfjepparnir ikki verða eins nógvir í tali, sammett við HM í 2006, 2002, 1998 og 1994. Tað hevur eisini gingið tungt við fyrireikingunum til at gera alt klárt til HM-endaspælið í 2010. FIFA hevur eisini hartað Suður-Afrika fyri at fáa gongd á byggingina av leikvøllum.

Morðið á Jimmy Mohlala ger so ikki støðuna hjá Suður-Afrika betri. Í 1980-unum tók FIFA vertsskapin frá Kolumbia, og endin var, at Meksiko gjørdist HM-vertur í 1986. Óváttaðar leysasøgur hava verið frammi, at Ongland, sum hevur nógvar stórar og góðar leikvøllir skal standa til reiðar, sum avloysari. Men eingin innan FIFA hevur vilja váttað hetta. Men tað er ein loysn, sum má umhugsast, um mutrið og morðið ikki fær ein enda í Suður-Afrika.