Suðurafrikanskur elbilur

Tað sær út til, at í framtíðini verða tað ikki einans tær kendu bilverksmiðjurnar, sum fara at koma á marknaðin við elbilum. Ein so at siga ókend bilverksmiðja er Optimal Energi Ltd í Suðurafrika, sum nú sýna fram elbilin Joule á bilaframsýningum kring um í heiminum.

Joule er ein el-persónbilur við fimm sitiplássum, sum koyrir upp til 300 km upp á eina løðing og toppferðin er 130 km/t. Joule varð fyrstu ferð sýndur fram á Paris Motor Show í oktober 2008.


Bilurin er teknaður av bildesignaranum Keith Helfet, ið er best kendur fyri at hava designað fleiri modell hjá Jaguar sum t.d. XJ220 og konseptbil in Jaguar F-type.


Optimal Energi Ltd í Suðurafrika er ein nýggj verksmiðja, sum varð sett á stovn í 2005 við høvuðssæti í Cape Town.


Joule kemur á Suðurafrikanska marknaðin í hesum árinum og verður seinni frígivin til sølu á altjóða marknaðinum.