Suðurafrikanara blása á tað

Í hesum døgum verður spælt í Confederations Cup í Suðurafrika, og tey, sum hava sæð onkran dyst í sjónvarpi, mugu hava hoyrt ólukku hornini, sum fólk blása í har á leið. Hornið kallast vuvzela, og nú mælir niðurlendski landsliðsvenjari til, at ljóðførið verður mannað til HM-endaspælið næsta summar.

- Tað er mest sum ógjørligt at tosa við spælararnir í larminum frá horninum. Stóð tað til mín, var hornið ikki loyvt til dystirnar, sigur Bart van Marwiijk.