Høvuðstátturin í suðurafrikanska uppskotinum er at fáa stjórnarflokkin hjá Robert Mugabe og andstøðuflokkin hjá Morgan Tsvangirai til samráðingarborðið við tí fyri eyga at skipa eina samgongu- og savningarstjórn.
Tað skrivar suðurafrikanska blaðið Business Day í dag. Eygleiðarar siga tað vera áhugavert, at tíðindini koma sama dag, sum leiðararnir á afrikanska toppfundinum í Egyptalandi skulu umrøða, hvat skal gerast við ta politisku kreppuna í Zimbabwe.
Sambært Business Day miðjar suðurafrikanska ætlanin eisini eftir, at Zimbabwe skal hava nýggja grundlóg, og at tann politiska skipanin skal endurskoðast og umskipast.