Ein byglja av harðskapi herjar fleiri suðurafrikanskar býir í hesum døgum, har eirindaleys harkalið jagstra fólk, sum eru komin úr øðrum londum. Tey fremmandu, sum serliga eru úr Zimbabwe, Malawi og Mosambik, fáa skyldina av tí stóra arbeiðsloysinum, sum Suðurafrika stríðist við.
Tey fremmandu verða álopin og bukað, og altjóða tíðindastovurnar vita eisini at siga frá tilburðum, har álopsmenninir hava sett eld á fremmandafólk mitt á gøtuni. Myndugleikarnir siga, at 22 fólk hava latið lív í áganginum, og felagsskapurin Læknar uttan Landamark metir, at umleið 6.000 fólk eru flýdd undan harðskapinum.
Tað er serliga í Johannesburg, at tey fremmandu eru fyri ágangi. Løgreglan har sigur við BBC, at umleið 200 fólk eru tikin og skuldsett fyri harðskap. Løgreglan hevur fleiri ferðir skotið við gummikúlum eftir álopsmonnum.
Sum apartheid
Nógvir suðurafrikanar siga, at tilburðirnir minna ikki sørt um tað, sum hendi undir tí harðrenda og rasistiska apartheid-stýrinum, sum endaði fyri 14 árum síðani. Ágangurin ímóti teimum fremmandu kemur eisini stjórnarflokkinum ANC sera illa við, tí fleiri av leiðarunum í flokkinum flýddu til júst Zimbabwe, Malawi og Mosambik undan apratheid-stýrinum.
Formaðurin í ANC, Jacob Zuma, hevur roynt at sissa fólk. Hann sigur við BBC, at Suðurafrika skal ikki vera kent fyri fremmandahatur.