Kórið Suð hevur konsert í Suðuroynni leygarkvøldið. Vælumtókti kórbólkurin Suð hevur havt konsertir kring landið og eru konsertirnar sera væl fagnaðar. Leygarkvøldið sleppa suðuroyingar at hoyra Suð. Tá verður Suð at hoyra í høllini í Trongisvági. Tað er TB sum skipar fyri tiltakinum og fyrireikararnir vænta sær nógv av konsertini og at nógv fólk leita sær í høllina at hoyra Suð, sum er eitt av mest fagnaðu nøvnunum á føroyska pallinum júst nú.