SU stuðlar ikki Sonju

Fyri okkum hevur tað størstan týdning, at málið um hjúnabandslógina verður avgreitt sum skjótast, skrivar SU í eini yvirlýsing.

- SU heldur, at hjúnarbandslógin skal broytast, og vit fegnast um, at ein stórur meiriluti av Javnaðarflokkinum eisini ynskir at broyta hjúnarbandslógina.

 

Tey, sum enn eru eftir í SU, sum hóast alt eru tey allar flestu, hava hildið fund um støðuna, eftir at Oda Strøm, forkvinna, og aðrir nevndarlimir meldaðu seg úr Javnaðarflokkinum í fótasporum Sonju Jógvansdóttur.

 

SU roynir at taka eina meiri pragmatiska linju, og gleðast um, at tað er sannlíkt, at hjúnabandslógin verður broytt í næstum.

- Vit ásanna, at tað bæði eru fyrimunir og vansar við at gera hjúnarbandsmálið til eitt samgongumál, men fyri okkum hevur tað størstan týdning, at málið verður avgreitt sum skjótast, so samkynd kunnu fáa somu borgarligu rættindi sum onnur, skrivar SU.

 

Bergur Dalsgarð, nevndarlimur í SU, sigur at tey ynskja at leggja lok á hetta málið og hyggja frameftir.

- Vit mongu, sum eru virkin í SU, fara nú at leggja alla orku í týdningarmikla politikkmenning, eitt nú við at leggja okkara fólkavaldu umboðum lag á í mun til tey mál og evnir, sum viðkoma Føroya ungdómi, skrivar SU í yvirlýsingini.