SU skal ikki vera nikkidukkan hjá Javnaðarflokkinum

Tað sigur næstformaðurin í SU, ið ikki er rýmdur úr Javnaðarflokkinum.

Tað vakti ans fyrr í dag, tá fleiri limir í Sosialistisk Ung, harímillum kassameistarin og forkvinna, boðaðu frá, at tey rýma úr Javnaðarflokkinum í samhuga við avgerðina hjá fyrrverandi tingkvinnu floksins, Sonju J. Jógvansdóttir.


Ein teirra, ið ikki stóð millum nøvnini, var næstformaðurin í ungmannafelagnum, Vølundur Lognberg. Hann er sum vera man keddur um avgerðina hjá hinum limunum.


- Sjálvur havi eg valt at bíða og síggja hvat tað endar við, men sjálvandi er tað keðiligt, at so nógv eru rýmd. Sonja J. Jógvansdóttir var ein persónur, ið hevði stóran stuðul millum SU limir. Tá er tað lætt, at limirnir fylgja hennara leisti og rýma. Tað vóru eisini nógv í SU, ið vóru glað hennara vegna valkvøldið.


Vølundur Lognberg heldur tó ikki, at tað hevur so stóran týdning fyri felagið, at nøkur nú eru rýmd úr móðurflokkinum.


- Tað kann virka nokk so ógvusligt, at man rýmir úr flokkinum, men tað er ikki so ógvusligt, sum tá man fer úr einum tingbólki.


- Eg dugi heldur ikki at síggja trupulleikan í, at man stendur í andsøgn til sjálvan Javnaðarflokkin. SU skal ikki vera nikkidukkan hjá Javnaðarflokkinum, tað kann ikki vera meiningin.


- Tað er heldur ikki so, at man sum ungmannafelag hevur so stóra ávirkan á móðurflokkin. Ungmannafeløg eru vanliga meira radikal og ikki altíð hundrað prosent samd við flokkunum.


Aðalfundur verður í ungmannafelagnum 26. september. Tá væntar næstformaðurin, at tey, ið nú eru rýmd úr móðurflokkinum, ikki stilla uppaftur til nevndarvalið.


- Ein nýggj nevnd skal óansæð veljast. Við hesum signalinum vænti eg, at tey ikki stilla uppaftur til nevndarvalið.