Fiskivinna
Okkara elsti lemmatrolari, Suðringur, sum er bygdur í 1977, sær nú aftur út sum nýggjur eftir, at øll verksmiðjan kolaðist upp, meðan skipið lá við bryggju í Saltangará tíðliga í summar. Stívliga eitt ár, áðrenn eldur kom í skipið, var hagreiðingarlinjan á verksmiðjuni skift út og bygd av nýggjum. Tað var maskinverkstaðurin, FJM við Fjøruvegin í Runavík, sum hegnisliga gjørdi hetta arbeiði fyri reiðaríið hjá Suðringi.
Væl nøgdir
Eftir herviliga eldsbrunan í summar, fór Suðringur aftur til fiskiskap síðst í august og Marner Lisberg, reiðari, sigur, at reiðarríið er sera væl nøgt við tað arbeiði, sum Skála Skipasmiðja hevur havt høvuðsábyrgdina av. Hann er eisini ógvuliga væl nøgdur við tað samstarv, sum hevur verið millum reiðaríið og Tryggingarfelagið Føroyar eftir, at skipið brendi.
- Saman við tryggingini gjørdu vit ta avtalu, at Skála Skipasmiðja skuldi vera høvuðsleverandørur í sambandi við umvælingararbeiði. Vit ynsktu, at FJM skuldi taka sær av hagreiðingarútbúnaðinum á verksmiðjuni, eins og KJ-Hydraulik skuldi taka sær av spølunum og øllum tí hyldrauliska. KJ umboðar nevniliga norsku Rapp-spølini, sum Suðringur hevur.
Marner sigur, at avtalan var, at skipið skuldi
verða liðugt um ólavsøkutíð, og einar tvær vikur seinni vóru teir klárir at loysa.
Stórarbeiði
- Hetta hevur verið eitt stórt arbeiði, tí skipið fórst so illa í eldinum. Umframt at øll verksmiðjan er skift út, er høvuðstalvan til el-skipanina skift og stórur partur av tí elektriska annars. El-Service á Skála hevur tikið sær av tí elektriska.
Reiðarin sigur, at messan er eisini gjørd av nýggjum.
- Vit høvdu við árunum gjørt nógv við skipið, og nú skipið hevur fingið hesar umvælingar og nýgerðir, sær Suðringur út sum nýggjum, sigur Marner.
Hann vísir á, at onkrir trupulleikar hava verið við spølunum, síðan skipið loysti aftur, men hann heldur, at hetta er við at verða undir landi nú. Spølini umborð á Suðringi eru ikki skift, men eru tey somu sum undan eldinum.
- Suðringur hevur fiskað alla tíðina, síðan tað fór í vinnu aftur. Talan hevur sum heild verið um smáting, eitt nú pakningar og annað í hydraulisku skipanini, sum er skift av nýggjum.
Tjena hampiligt
Reiðarin sigur, at tað er stríggið at reka lemmatrolararnar í hesum tíðum, nú oljan er vorðin so ómetaliga dýr, men hann vísir á, at manningin hevur tjent hampiliga væl.
Skipari umborð á Suðringi síðan 1995 hevur verið Jan Olsen úr Trongisvági, ið er bróður Egil Olsen, sum føroyingar eitt nú kenna frá verkætlanini í Lettlandi.
- Jan, sum er maður í bestu árum, hevur siglt við Suðringi í mong Harrans ár og í fleiri ár, áðrenn hann gjørdist skipari, sigur Marner Lisberg.
Umvælingararbeiði umborð á Suðringi hevur kostað einar 10 miljónir krónur.