Suðringar á veg í Gundadal við stórum sjálvsáliti

HB skal svara aftur eftir stóra vónbrotið í Fuglafirði

Fýra stig tvær tær seinastu ferðirnar ber við sær, at sjálvsálitið er vaksið millum Suðringar, sum eru á veg í Gundadal, har fyrsta bríksl ímóti HB verður klokkan 17.45.

-Vit iðraðu okkum um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um 2-0 leiðsluna við Margáir, og at tað endaði 2-2. Tað hava vit lagt afturum okkum og fegnast um, at tveir teir seinastu dystirnir hava givið fýra stig. Nú ræður um ímóti HB at halda tørn um góðu gongdina. Tá ið vit vóru har fyrr í summar, løgdu vit okkum beinanvegin framum, men tíverri skoraðu teir tvær ferðir, og vit taptu 2-1. Tá høvdu vit síðstu løtuna fleiri vandamiklar royndir. Við Stórá endaði tað málleyst, so royndirnar siga, at tað kann bera til, hóast HB er stórfavorittur, sigur annað av álopsessunum hjá Suðrinum Jón Krosslá Poulsen.

Eirkur Magnusarson er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Í HB var tað øgilugur smeitur púra óvæntað at tapa í Fuglafirði, eftir at tað var eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti øllum toppliðunum.

Málið er framvegis at vinna fjórða plássið og atgongd til europeisku kappingina.

-Tapið í Fuglafirði var áminning um, at einki kemur av sær sjálvum, og at tað ræður um at vera fokuseraðar alla tíðina á tamb, sigur veteranurin Símun Samuelsen, sum í gjár var á næstbesta liðnum, sum vann 2-0 á útivølli ímóti B68.

Sebastian Pingel er leikbannaður. Jógvan Rói Davidsen og Adrian Justinussen eru tøkir aftur eftir leikbann, og Rókur av Fløtum Jespersen er við aftur eftir skaðasteðg.