Fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hevur verið fyri nógvum atfinningum. Seinast í røðini eru nú arbeiðarafeløgini og vinnan í Suðuroyar norðaru helvt.
Fundur hevur verið í dag millum Arbeiðskvinnufelagið Roynd, Arbeiðsmannafelagið Roynd, Fiskepigernes Fagforening, Fylking, P/F Steintór, P/F Niels Paula, P/F TG Fish og Delta Seafood í Hvalba.
Evnið á fundinum var umrøða av fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum og niðurstøðan er heilt greið: Hvørki vinnan ella arbeiðarafeløgini ynskja hesar broytingarnar.
- Kvotunøgdin og tvungin uppboðssøla vil taka grundarlagið undan fiskivinnuni í bygdasamfelagnum í Hvalba. Tí heita vit á okkara fólkavaldu umboð á løgtingi, um ikki at taka undir við verandi uppskotið, men heldur taka vinnuna upp á ráð í komandi broytingum, skriva tey í yvirlýsing frá fundinum.