Í fjør var tað eitt av eyðkennunum hjá Suðringum, at teir ofta spældu við longum sendingum fram til teir fremstu. Tað var neyðugt, tí tað var ikki grundarlag fyri tolnum uppspæli við nógvum samanspæli, segði venjarin.
Nú er nýggjur maður við róðrið í Trongisvági. Glenn Ståhl úr Svøríki er venjari. Hann ætlar, at Suðringar skulu hava bóltin nógv:
-Málið er, at vit skulu ikki vera so verjukendir, men at vit heldur eru góðir við bóltin og spæla við størri denti løgdum á álopspartin, og at hvør einstakur spælari er greiður yvir sín leiklut á liðnum. Eg eri ikki so bláoygdur, at eg ikki veit, at tað verða dystir og støður, tá ið hetta ikki altíð ber til, men eg havi eina góða kenslu undan fyrstu royndini, sigur Glenn Ståhl.
Síðani í fjør hava nógvar broytingar verið á liðnum. Allir teir, sum hava verið við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, eru tøkir ídag.
Tað er eisini nýggjur maður við róðrið hjá NSÍ. Sámal Erik Hentze hevur nógvar royndir, og hann veit, at tað kann vera torført at spæla í Trongisvági, har heimaliðið plagar at vera ágangandi, og har tað ræður um at halda tørn og bíða eftir møguleikanum.
Í stórsteypadystinum næstsíðsta leygarkvøld sást, at tað er stór kapping um plássini á liðnum, og at tað eru nógvar royndir og nógv kropslig styrki á NSÍ liðnum.
Í fjør var NSÍ tvær ferðir í Trongisvági. Í fyrra førinum vunnu gestirnir 3-1, og í seinna førinum endaði tað málleyst.
Ein av nýggju spælarunum er Jóhan Troest Davidsen, sum er gamal kenningur. Hann spældi við NSÍ fram til og við 2010. Eftir seks ár í høvuðsstaðnum er hann aftur í barndómsfelagnum:
-Tað snýr seg um at fóta sær í fyrstu umførunum, og vit vita, at tað er neyðugt at leggja nógv fyri – ikki minst í Trongisvági, sigur nýggi stýrimaðurin í NSÍ verjuni.
Tórður Thomsen verður eftir øllum at døma í NSÍ málinum fyri fyrstu ferð í landskappingini síðani 25. oktober 2008, tá ið NSÍ á heimavølli í síðsta umfari vann 2-0 ímóti Skála.
Hinir báðir málverjarnir – Símun Rógvi Hansen og Andras Gango – hava orsaka av skaðum síðstu vikurnar ikki verið førir fyri at venja saman við hinum.
At Andras Gango ikki er tøkur er merkisvert, tí tað er bara einaferð áður komið fyri, síðani Gango í 2006 flutti úr Ungarn og til Føroya, at hann ikki hevur verið tøkur. Tað var í 2008, tá ið Andras Gango umboðaði ÍF og var leikbannaður.