Suðringar hava fingið nýtt mót

Í dag eru teir gestir hjá honum, sum í fjør hevði ábyrgdina í Trongisvági

Flaggdagin vóru Suðringar teir fyrstu í ár, sum megnaðu at koppa oddaliðnum KÍ. Úrslitið í steypadystinum við Stórá var 2-1, og Salmundur Bech skoraði bæði málini.

-Tá ið tað eydnaðist at vinna ímóti toppliðnum, so eiga vit at hava møguleika eisini at vinna ímóti øllum hinum, sigur Salmundur Bech, sum av álvara tykist at vera komin fyri seg, eftir at hann leingi hevur verið darvaður av skaðum.

Í dag fara Suðringar at spæla í Sarpugerði, har tað 24. september í fjør púra óvæntað eydnaðist at vinna 3-2. Ta ferðina skoraði Salmundur Bech eitt mál, og Stefan Radosavljevic var tvífaldur málskjútti.

Ímóti KÍ vóru Isaac Shaze og Eirikur Magnusarson ikki við. Tann fyrri var skaðadarvaður, og tann seinni var leikbannaður.

 

Flaggdagin var Maurice Ross millum áskoðararnar í Trongisvági. Hann var í fjør venjari hjá Suðringum, og mikudagin vóru ørindini at síggja liðið, sum hann og Víkingur í dag fáa vitjan av.

Meðan Suðringar mikudagin vóru í hørðum dysti, og hvíldu víkingarnir seg.

Fyri einari viku síðani vann Víkingur trivaligan 4-1 heimasigur ímóti 07 Vestur. Tá vóru Atli Gregersen og Philip Djordjevic ikki við, tí teir vóru sjúkir.