Tað endaði málleyst, tá ið teir næstbestu hjá Suðringum seinnapartin í Trongisvági høvdu vitjan av Giza Hoyvík.
Eftir trý stór tap eydnaðist tað loksins Suðringum at vinna fyrsta stigið.
Eisini hjá Giza Hoyvík gongur tað striltið. Eftir tvey tap vann Giza Hoyvík fyrr í vikuni fyrsta stigið í ár, tá ið tað á heimavølli ímóti ÍF endaði 1-1.
Og í dag tvífaldaði Giza Hoyvík um úrtøkuna.
Suðringar eru á tíggjunda plássi við einum stigi, og Giza Hoyvík er á níggjunda plássi við tveimum stigum.