Suðringar eru flúgvandi

HB tapti í Runavík, hóast NSÍ var undirmannað í meiri enn trý korter, og Víkingur javnaði í evstu løtu ímóti KÍ

Tað gongur strúkandi hjá Suðringum, sum í dag hava vunnið 3-2 á heimavølli ímóti B36. Einki bendi leingi á, at tað skuldi eydnast at svara aftur, tá ið Patrik Johannesen hevði lagt gestirnar framum bæði 1-0 og 2-0, og heimaliðið hevði fríska lotið ella rættari nógva vindin ímóti.

Men Suðringar reistu seg. Jón Krosslá Poulsen minkaði um munin, og hann javnaði við brotssparki. Fram ímóti dystarenda skoraði Poul Ingason sigursmálið, og rómurin var øgiligur í heimaleguni.

Hetta var fyrsta tapið hjá B36, og úrslitið ber við sær, at B36 framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum. 

 

Meistararnir í Víkingi vóru heilt leingi aftanfyri 2-1 ímóti KÍ í Sarpugerði. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat var tað Adeshina Lawal, sum skoraði til 2-2. Stóri maðurin hjá Víkingi var Fróði Benjaminsen, sum var komin úr Danmark og heim at hjálpa til. Eftir at hava gjørt sjálvmál, tá ið KÍ legði seg framum 1-0, javnaði hann eftir at hava sneitt seg leysan, og hann átti í evstu løtu uppleggið, tá ið Adeshina Lawal javnaði.

Bæði KÍ málini vórðu skorað eftir horna úr høgru frá Jóannesi Bjartalíð. Í fyrra førinum var tað sjálvmál, og stutt undan steðginum var tað Atli Danielsen, sum fluktaði bóltin í málið.

 

NSÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti HB. Einsamalli málskjúttin var Klæmint A. Olsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg frá Árna Frederiksberg. Dygst undan steðginum varð vinstri vongverjin hjá NSÍ, Einar Tróndargjógv, vístur av vøllinum eftir ógvusligt fríspark.

Hóast HB spældi við ellivu ímóti tíggju allan seinna hálvleik, so eydnaðist tað ikki at javna. Tað vóru nógvar spentar støður í NSÍ brotsteiginum, men Símun Rógvi Hansen helt tætt. Fagnaðurin í heimaleguni var stórur, og vónbrotið í HB leguni var stórt, tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð.

Hetta var fyrsti NSÍ sigurin í ár.

 

Við 2-0 sigri við Margáir hava Trygvi Mortensen og 07 Vestur vunnið annan sigurin á útivølli í seks dagar. Harvið eru uppflytararnir úr Vágum av álvara leysir úr botninum. Ken Fagerberg var sera sentralur. Hann skoraði fyrra málið eftir einmansavrik, og hann átti uppleggið til 2-0 málið, sum innskifti Jákup Sveinbjørn Olsen skoraði.

 

Víkingur-KÍ 2-2 (1-2)

0-1: sjálvmál

1-1: Fróði Benjaminsen

1-2: Atli Danielsen

2-2: Adeshina Lawal

 

NSÍ-HB 1-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

 

TB/FCS/Royn 3-2 (0-1)

0-1: Patrik Johannesen

0-2: Patrik Johannesen

1-2: Jón Krosslá Poulsen

2-2: Jón Krosslá Poulsen br

3-2: Poul Ingason

 

EB/Streymur-07 Vestur 0-2 (0-1)

0-1: Ken Fagerberg

0-2: Jákup S. Olsen

 

Í gjár

Skála-ÍF 0-0

 

Støðan

TB/FCS/Royn 12 stig

Víkingur 11 stig

KÍ 7 stig

HB, NSÍ og 07 Vestur 6 stig

B36, ÍF og EB/Streymur 4 stig

Skála 3 stig

 

Sætta umfar

Leygardagin 29. apríl

B36-ÍF

Sunnudagin 30. apríl

KÍ-EB/(Streymur

07 Vestur-Skála

HB-Víkingur

TB/FCS/Royn-NSÍ