Stendur tað til Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi, skal landsstýrið sláast úr Tinganesi. Bókstaviliga. Tí tey ætla sær við at sláa á blikk, pottar og annað fyrifallandi at órógva tingfundin so mikið og so leingi, at landsstýrið missir mótið.
Tað staðfesti Bergur Dalsgarð, nevndarlimur í Sosialistisk Ung fyrrapartin.
- Vit ætla okkum at standa uttan fyri Løgtingið og mótmæla, til landsstýrið fer frá, segði hann við Miðlahúsið.
Politisku ungdómsfelagsskapirnir hava ført mótmælið eitt stig víðari enn fakfelagsrørslan, sum mótmælir flatskattinum og skattingini av pensjónunum. Tåi umframt hetta mótmæla tey eisini, at Marknagilsverkætlanin er útsett enn eitt ár til 2016.
Annars eru fólk nú koyrd út úr Tinginum fyri at órógva, men so stillaðu tey seg uttanfyri at buka upp á veggin á Tinghúsunum.










