Nú hon seinni hevur tikið seg av listanum, er hetta hennara egna avgerð. Nevndin í Sosialistiskum Ungmannafelag hevur fleiri ferðir heitt á Katrina Gaard um ikki at taka seg av listanum, men hennara støða er endalig. Hetta harmast vit um, men taka tað til eftirtektar, og tí hevur felagið avgjørt at skjóta Bartal Nolsøe Poulsen upp sum valevni á komandi uppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Sosialistiskt Ungmannafelag vónar, at limirnir hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag taka hetta til eftirtektar og stuðla Bartal Nolsøe Poulsen sum umboð fyri SU.