Sosialistisk Ung
-----------
SU tekur stóra frástøðu frá útsøgnini hjá Gerhardi Lognberg, um at listafólk fáa pengar fyri einki at gera, og ynskir at mentan og list verða raðfest enn hægri
Tað kann væl vera, at listafólkini í Føroyum ongantíð hava stungið seg av einum húki (kanska hava tey), men tey gera eitt stórt arbeiði Gerhard! Tað skal vera pláss fyri øllum í Føroyum, hóast tað kann tykjast egnaranum lætt at siga, at frisørurin bara klippir hár, og hjá frisørinum at siga at egnarin bara krøkir agn á ein húk. Báðir partar gera eitt arbeiði, sum samfelagið hevur brúk fyri.
Mentanin livir í ævir, vit liva í hundrað ár – um vit eru heppin. Føroyar eru so hepnar at eiga eina rúgvu av dugnaligum listafólki. Bæði tey, sum liva og arbeiða við listini í dag, og tey, sum hava ríkað føroysku mentanina við listarliga arbeiðinum áðrenn okkara tíð (Legg til merkis arbeiða við listini). Sporini síggjast runt um alt landið, á vegginum heima í stovuni, sum standmyndir úti í náttúruni o.s.fr.
Fyri at menna okkara listafólk og geva teimum góðar umstøður at arbeiða undir, lata vit øll nakrar krónur, við tað at Mentanargrunnur Landsins á hvørjum ári veitir umleið 6 mió. krónur, sum verða býttar út til mentanarlívið. Hetta verður sæð sum tann mest umráðandi veitingin til listina í Føroyum.
Um nakar flokkur eigur at ganga á odda fyri at varðveita hesa veiting, so er tað Javnaðarflokkurin. Ja vit í SU meina enntá, at mentan og list eigur at verða raðfest munandi hægri!
Við hesum siga vit samstundis, at vit so dyggiliga taka frástøðu frá útsøgnini hjá tingmanni okkara Gerhardi Lognberg. Í januar mánað í fjør var Gerhard alment frammi og kallaði arbeiðið hjá listafólkunum fyri ”leik og klór”. Ein speirekandi lýsing av flotta arbeiðinum, sum listafólkini á hvørjum ári framleiða. Og í gjár kundi tingmaðurin á tingsins røðarapalli staðfesta, at ” listafólk fáa sømdargávur fyri einki at gera.” Vit vilja hervið spyrja Gerhard, hvørjar eygleiðingar hann byggir hesa útsøgn á.
Gerhard Lognberg vísir á, at tað er ringt hjá útróðrarmonnunum og námsfrøðingunum at fáa endarnar at røkka saman. Hetta eru vit í SU væl vitandi um, og lat ongan iva vera um, at politisku raðfestingarnar, sum eru gjørdar síðan nýggja samgongan fór til arbeiðis, smakka sera illa í ungu sosialistisku munnunum. Men tað gevur ongum rætt til at vanvirða okkara dugnaligu listafólk! Listafólkini spreiða gleði, njóting og vakurleika kring land og fólk fyri lítið og einki av peningi. Tey gera tað hugaligari hjá øllum samfelagsbólkum at liva í Føroyum. Tað er ikki við at taka tað sindrið, sum tey fáa, at vit gera støðuna hjá teimum, sum eru illa fyri, betri.
Við vón um størri virðing fyri mentanarliga- og listarliga arbeiðinum í Føroyum