SU á fundi við MBF

SU
-------

Umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, er eitt evni, ið SU raðfestir høgt og ynskir at arbeiða fyri. Fyri at fáa innlit í, hvussu støðan er, og hvussu hesin bólkur hevur tað í Føroyum, var SU í gjár á fundi við forkvinnuna og dagliga leiðaran í MBF.

MBF talar sak teirra brekaðu, ið er ein sera breiður skari av fólki. T.v.s. fólk. ið eru fjøllbrekað, førleika skerd, fólk við menningartarni, lesi og skriviveik o.s.fr. Hóast ymisku brekini hava allir bólkar í MBF tað til felags, at tey til ein og hvørja tíð mugu berjast fyri rættindum, ið eru ein sjálvfylgja fyri flest onnur.

Á fundinum við MBF fingu vit millum annað at vita; at tað í fjør søktu umleið 70 fólk, ið vóru lesi og skriviveik, inn á Dugna við Áir. Forkvinnan í MBF veit at siga, at okkurt um helvtin at hesum vóru ung, og at hesi 70 væntandi bara er toppurin á ísfjallinum – tey, ið tora at biðja um hjálp. Hon legði afturat, at ung við breki so gott sum einki útbúgvingartilboð hava í Føroyum, tá tey koma úr fólkaskúlanum; at vit framvegis hava skúlar og stovnar, ið ikki eru atkomiligir hjá fólki, ið eru rørslutarnað; at tað eru 70 fólk við menningartarni, ið vanta bústað; at tað er sera trupult hjá teimum, ið fáa fyrtíðarpensjón og tí eru í láglønarbólkinum, at fáa ein virðiligan bústað, tí tey ikki kunnu fáa serligar bústaðir og lán.

Eftir fundin við MBF, eru vit í SU vorðin enn meira sannførd um, at vit eiga at fáa hagtøl í Føroyum, ið geva okkum eina greiðari fatan av, hvussu nógv ung við breki ikki hava nakað útbúgvingar- ella skúlatilboð. Hvussu nógv fólk eru, ið ikki hava møguleika fyri at fáa ein bústað. Hvør er tørvurin hjá teimum 70, ið standa á bíðilisti til bústovn og sambýli runt um í landinum. Men mest av øllum eiga vit at spyrja, nær og hvussu fara vit undir at byggja bústaðir til tey mongu, ið ikki hava møguleika fyri at spæla við á sethúsamarknaðinum í Føroyum, og hvussu skal hetta skipast og fíggjast?

Nakað av tí, ið kom fram á fundinum, vistu vit áðrenn, ella høvdu varhugan av. Kortini var tað okkurt, ið veruliga fekk okkum at steðga á og spyrja: Hvat er tað, ið vit lata ganga í okkara vælferðarsamfelag, ið EIGUR at vera fyri øll?

Sum útgangsstøði er fólkaskúlin, fyri øll. Vit í SU meina, at eisini samfelagið eigur at vera fyri øll. Tað eigur at vera ein mannarættur, at hava okkurt at fara til og ikki minst at hava ein bústað.

Vit í SU meina, at vit í fyrsta umfari eiga at seta pening av til at gera eina kanning á økinum. Út frá henni eiga vit at orða visjón ”Samfelagið fyri øll”