Styttri til bussin

Vatnsoyrar: Nú er vorðið lættari og styttri frá fólki í Vatnsoyrum at røkka bussinum hjá Bygdaleiðum.

Leið 300 koyrir nú inn til bussskýlið í Vatnsoyrum.

- Hetta fer at økja munandi um trygdina. Heldur enn at fólk skulu noyðast at fara í ella úr bussinum úti á høvuðsvegnum, kunnu tey nú gera hetta inni í sjálvari bygdini, siga tey í Vága kommunu.

Tað hevur í longri tíð verið ynski frá bæði Miðvágs og síðan Vága kommunu at fáa bussin inn til bussskýlið, sum stendur nakað frá høvuðsvegnum í Vatnsoyrum.