Hillary Clinton liggur enn á odda í veljarakanningunum, upp undir amerikanska forsetavalið, sum verður 8. novembur. Kortini hevur Donald Trump minkað munin aftur seinastu vikurnar.
Sambært hagtølunum hjá RealClearPolitics, sum nýtir miðalvirði av øllum meiningakanningunum hjá størru amerikansku kanningarstovunum, hevur Hillary Clinton ligið á odda alla tíðina, uttan eitt stutt skifti seinast í juli mánaði.
Fyrst í august økti hon tó nógv um leiðsluna, og 9. august lá hon 7,6 prosent framman fyri Donald Trump sambært RealClearPolitics. Síðani er munurin tó spakuliga minkaður, og er nú komin niður á 2,1 prosent.
Tvær meiningakanningar seinastu tíðina hava tó vakt serligan ans. Kanningarstovan Rasmussen kunngjørdi hesa vikuna eina kanning, har Hillary Clinton er fýra prosentstig á odda. Tað sermerkta er, at hetta er fyrsta kanningin hjá Rasmussen, sum vísir demokratiska valevni á odda. Vikuligu kanningarnar hjá Rasmussen geva annars altíð republikansku valevnunum størri undirtøku enn aðrar veljarakanningar. Tó so, eisini kanningarnar hjá Rasmussen hava spátt ein sigur til Hillary Clinton seinastu mánaðirnar.
Hin sermerkta kanningin er tann, sum CNN kunngjørdi fyrr í vikuni, sum vísti, at Donald Trump lá tvey prosentstig framman fyri Hillary Clinton.
Hini bæði valevnini, Gary Johnson og Jill Stein, liggja til at fáa um ávikavist 9 og 3,3 prosent av atkvøðunum.
Tað eru tó ikki samlaða undirtøkan um alt landið, sum avgerð, hvør verður forseti. Avgerðandi er at vinna nokk av einstøkum statum, so ein fær teir 270 umdømisvaldu atkvøðurnar, sum krevjast.
Her vil RealClearPolitics vera við, at Hillary Clinton hevur ein greiðan fyrimun. Sambært teirra útrokningum stendur Hillary Clinton í løtuni til at fáa 229 atkvøður, meðan Donald Trump fær 154. Tó so, í 12 statum er enn so tætt millum valevnini, at RealClearPolitics ikki tekur teir við í yvirlitinum. Sostatt eru enn 155 atkvøður ikki tillutaðar nøkrum av valevunum. Tað skal tó viðmerkjast, at í allar flestu førum liggur Hillary Clinton eitt vet framman fyri.
Tað er tí enn mest sannlíkt, at Hillary Clinton 8. novembur verður vald at gerast fyrsti kvinnuligi forsetin í USA.