Í Danmark hevur andstøðan leingi ligið klárt á odda í meiningakanningunum, men nú er munurin minkaður. Ein nýggj kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri tíðindastovuna Ritzau, sigur, at hevði fólkatingsval verið nú, høvdu stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fingið 47,3 prosent av atkvøðunum og andstøðuflokkarnir 52,3 prosent.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn hava leingi gitt, at Lars Løkke Rasmussen fer at skriva út nýval, tá meiningakanningarnar geva stjórnini 48 prosent av atkvøðunum. Eftir teirri seinastu kanningini restar lítið í, og tí halda summir eygleiðarar, at forsætisráðharrin kann finna uppá at skriva út val nú.
Týsdag er tíðindafundur í forsætismálaráðnum, og tá fær Lars Løkke Rasmussen uttan iva onkran spurning um, nær valið verður.