Spenningurin bara økist í demokratiska primervalinum í New Hampshire. Munurin flytur seg millum 2% og 4%, nú 52 av atkvøðunum eru taldar. Hillary hevur 39%, Barack 37%. Øll eygu í USA og onkur eisini í Føroyum eru í hesi løtuni vend móti amerikanska statinum New Hampshire. John McCain hevur longu vunnið republikanska valið stórt. Munurin millum Hillary Clinton og Barack Obama er bara nøkur heilt fá prosent.
Eygleiðarar vilja vera vera, at sohvørt atkvøðurnar í størri býunum og serstakliga har lærdu háskúlarnir liggja, eitt nú New Hampshire Universty, koma inn, fer Obama at fáa tær flestu atkvøðurnar. Tað vísir seg, at valluttøkan millum tey ungu, og her serstakliga millum tey lesandi er sera stór. Og hetta fer at gagna Obama. Hinvegin vísir tað seg, at Hillary fær góðan stuðul frá kvinnunum.