Stytta perkeringstíðina undir Svínaryggi

Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna í dag.

 

22 básar á parkeringsplássinum á parkeringsplássinum undir Svínaryggi, sum er við vestara enda á Jóannesar Paturssonargøtu, fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.

Men 41 básar fara at hava somu tíðaravmerking, sum nú, tað eru 8 tímar, frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Sí kort.

 

##med2##

Orsøkin til broytingina er, at tað eftir klokkan 9 yrkadagar kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn við longri tíðaravmarkingum. Við at broyta tíðaravmarkingina á nøkrum básum verður lættari hjá fólki, ið hava styttri ørindi í miðbýnum, at finna ein tøkan bás.

Uttan fyri miðbýin eru góðir møguleikar at seta bilin heilar dagar, og fara ókeypis við bussi seinasta teinin til arbeiðis ella til longri ørindi í býnum.

Broytingin verður eftirmett um tríggjar mánaðir.