FÓTBÓLTUR
Leygardagin vóru umboð fyri 14 fótbóltsfeløg møtt upp á eftirmetingarfund hjá FSF, har tey saman við fótbóltssambandinum eftirmettu kappingarárið 2008. Kappingin í ár hevur verið rættiliga buldraslig, har millum annað spæliloyvi, video-mál og avblástir dystir hava sett síni merki. Á fundinum komu tó nógv góð hugskot fram um at bøta um hetta, og tað fegnast Sveinur Tróndarson, formaður í kappingarnevnd FSFs, um.
Nógv hugskot
Fundurin varð hildin í FSF-húsinum við Tórsvøll, og á fundinum varð kjakast dúgliga.
- Hetta var ein góður fundur, har feløgini sluppu at vera partur av kjakinum og komu við frálíkum hugskotum. Tað er gleðiligt, at feløgini møta upp til ein slíkan fund, tí tey eru við til at gera dagsskránna meira áhugaverda. Vit kunnu sjálvandi halda, at alt er gott, men feløgini hava eina aðra hugsan, sigur Sveinur Tróndarson, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.
Sveinur peikar á, at tað er sera umráðandi hjá FSF at hava javnt samskifti við feløgini. Vit spurdu hann, um teir so bara hava ein eftirmetingarfund eftir hvørt kappingarár.
- Nei. Forsetin hevur verið úti hjá feløgunum fyri at hoyra ymsar røddir og tosað um ymiskt. Feløgini eru sjálvandi eisini altíð vælkomin at ringja, so tað er eingin trupulleiki, sigur Sveinur og staðfestir enn einaferð, at samskiftið millum feløgini og FSF er sera umráðandi.
Stytt kapping
Eftir avblástu formuladystirnar ímóti endanum av kappingarárinum, hevur verið nógv tosað um at stytt kappingina, soleiðis at møguleikin fyri vetrarveðri er minni. Sum nú er endar kappingin seinasta vikuskifti í oktober, og breið semja var á fundinum um, at hetta ikki var nøktandi. Í ár hava fleiri miðvikudystir verið á skránni, og hetta hevur eftir øllum at døma riggað væl.
- Tað hevur riggað væl at leikt dystir eitt nú mánadag og fríggjadag, - serliga í Eysturoy, har dystirnir liggja tætt at hvørjum øðrum, sigur Sveinur.
Vit spurdu hann, hvussu kappingin nú kann styttast enn meiri, soleiðis at hon ikki endar seint í oktober.
- Hetta viðførir, at tað vera fleiri miðvikuumfør og at kappingin verður meira pressað. Landsdystir og evropeisku kappingarnar eru eisini á skránni, so har eru fleiri ting at taka atlit til, sigur Sveinur.
Á fundinum var eisini breið semja um, at summarsteðgurin ikki skal avtakast. Luttakararnir hildu tað vera upp á sítt pláss, at leikararnir fingu ein lítlan steðg, so teir ikki fullkomiliga brunnu út í hørðu skránni.
Enda fyrst í oktober
Nógv bendir á, at fótbóltskappingarnar 2009 enda fyrst í oktober ístaðin fyri seinast í mánaðinum. FSF fer seinast í hesum mánaðinum at senda eitt uppskotsskriv út til feløgini, sum síðan kunnu gera viðmerkingar til hetta. Høvuðsmálið verður at fáa eina styttri kapping, har kappingarársbyrjan verður í apríl og kappingarársendi fyrsta vikuskifti í oktober.
- Okkara uppgáva at fáa slíkt uppá pláss. Tað eru altíð slík ting, tá ið kappingin er farin afturum. Okkara uppgáva er at fáa tingini so góð sum yvirhøvur tilber, og syrgja fyri at tað verður gjørt í samstarvi við feløgini, so tey føla at tey hava eina ávirkan á tað, sum vit gera. Vit fara sjálvandi ikki bara at gera sum tey siga, men taka atlit til hetta, sigur Sveinur Tróndarson og torir næstan at lova okkum, at kappingarárið 2009 ikki varir longur enn til fyrsta vikuskifti í oktober.