Føroya Sparikassi hevði sítt besta roknskaparár í fjør. 107,2 milliónir krónur lógu eftir í sparikassanum í einum ári, har føroyski búskapurin annars varð merktur av afturgongd.
? Vit eru nøgd við úrslitið, og útlitini fyri í ár eru góð, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Úrslitið á 107,2 mió.kr. eftir skatt stendur seg væl í eini samanbering við 2003, tá ið sparikassin hevði eitt hall á 128,8 mió.kr. og 2002, tá ið hallið var 65,9 mió.kr.
? Vit hava forrentað eginpeningin við 13,6 prosentum eftir einum ári, og eginpeningurin er nú 826,7 mió. kr., ið gevur ein solvens fyri samtakið upp á 16,3 prosent, samstundis sum gjaldførið er sera gott.
Søla og minni tap gav bonus
Føroya Sparikassi sigur grundraksturin hjá sær verða góðan, hóast rentuinntøkurnar minkaðu og útreiðslurnar til umsitingina vuksu eitt vet.
? Tá ið hugsað verður um umstøðurnar í føroyska búskapinum, so halda vit, at rentuinntøkurnar eru lítið minkaðar, og raksturin er bara kvinkaður eitt vet upp eftir, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
Tað, sum ger tann stóra munin í úrslitinum fyri 2003 og 2004, eru serliga burturleggingarnar og virðisjavnin av partabrøvum.
Avskrivingar og burturleggingar av skuldarum minkaði úr góðum 300 milliónum í 2003 og niður í 87 milliónir í 2004.
Virðisjavnin av virðisbrøvum og útlendskum gjaldoyra vaks úr 23 milliónum og upp í í góðar 86 milliónir. Hetta komst av, at Føroya Sparikassi í fjør seldi sín ognarpart í KB Bankanum í Íslandi, og tað gav eitt munandi ískoyti til inntøkurnar.
Sparikassin sterkur sum Eik
Føroya Sparikassi kann líta aftur á eitt hendingaríkt ár, har ein høvuðshending var keypið av Kaupthing Bank A/S, ið nú eitur Eik Bank Danmark A/S.
Við keypinum gerst virksemið hjá Sparikassanum uttanlands meira sjálvstøðugt, samstundis sum virkisgrundarlagið hjá Sparikassanum verður víðkað og váðin spjaddur út um gongdina í føroyska búskapinum.
? Vit verða minni knýtt at gongdini í føroyskari fiski- ella alivinnu, tí vit nú hava størri virksemi uttanlands. Sparikassin sær stórar møguleikar í íløgubankanum, sum hevur fleiri bein at standa á og eitt fullfíggjað útboð av tænastum at bjóða kundum sínum, sigur Marner Jacobsen.
? Størri virksemið uttanlands kann kompensera fyri minkandi føroyskum búskapi, og tí hava vit góðar vónir til 2005, og vit rokna við einum úrslitið á sama støði sum í fjør, sigur hann.
Eftir yvirtøkuna av Eik bankanum økist javnin hjá Sparikassanum sum samtak við stívliga 1,2 mia.kr., soleiðis at hann fer upp á slakar 6,5 mia.kr.
Nevndin í Sparikassanum skjýtur upp fyri aðalfundinum at luta út 5 prosent í vinningsbýti til teir umleið 8.700 partaeigararnar.
Myndatekstur:
? Størri virksemið uttanlands kann kompensera fyri minkandi føroyskum búskapi, og tí hava vit góðar vónir til 2005, og vit rokna við einum úrslitið á sama støði sum í fjør, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa
- - -
Lyklatøl fyri roknskapin hjá Føroya Sparikassa í 2004
Ársúrslit: 106, 2 mió. kr.
Ogn tilsamans: 6.493,566
Eginpeningur ultimo: 826.700
Útlán: 5.052.785
Innlán: 4.195.076
Ábyrgdir: 276.665
Solvensprosent: 16,3
Útlán í mun til eginogn: 6,1
Fulltíðarstørv tilsamans: 203,1