Flogbóltur
TB hevur verið nógv besta liðið í grundspælinum, og tí vóru TB-kvinnurnar eisini favorittar, nú endaspælið byrjaði tveir dagar fyri jól. Fyrsti dysturin hjá oddaliðnum í endaspælinum var á Giljanesi móti Drátti, og eingin bleiv bilsin av, at TB vann 3-1.
Men so er eisini tað mesta sagt.
Tí sjálvt um TB vann dystin, var munurin á liðunum millum lítil og eingin, og í roynd og veru kundi tað eins væl verið Dráttur, sum vann.
Eftir at TB »eftir ætlan« hevði vunnið fyrsta sett so trygt sum 25-16, tóku drátturkvinnurnar sær aðrar partar fyri, og í næsta settinum hølvaðu tær oddaliðið av 25-13. TB vinglaði, og høvdu drátturkvinnurnar verið nóg avgjørdar, nú tær høvdu møguleikan, høvdu tær vunnið dystin. Men spælið var ikki nóg støðugt, og hartil elvdu fleiri misskiljingar millum leikararnar til, at TB kom inn aftur í dystin.
Við hjá TB var Gudrid Nolsøe, sum er heima í jólafrí, og tað styrkti sum vera man um hjá suðuroyarliðnum. Serliga í fjórða setti skaraði hon framúr, men hinvegin sást eisini, at tað ikki ber til hjá nøkrum leikara bara at spáka inn á eitt lið og beinanvegin vera ein heilur partur av liðnum.
Eftir at liðini høvdu vunnið hvør sítt sett í byrjanini, endaði TB við at vinna dystin 3-1 uttan beinleiðis at vera betri enn Dráttur. Men tað verður jú so ofta sagt, at eitt rættiligt oddalið eisini kann vinna teir dystirnar, har tað ikki spælir væl. Tað gjørdi TB, og tí minkaði favorittleikluturin, sum tær hava havt alla kappingina, ikki. Heldur hinvegin.