Styrkt samstarv í Útnorði

.

Formansskapur Útnorðurráðsins hevur seinastu dagarnar verið við á ársfundi Norðurlandaráðsins í Stockholm. Afturat regluliga formansskapsfundinum hevur formansskapurin í Útnorðurráðnum m.a. havt fundir við ráðharrar í Útnorði og stjórar fyri Norðurlandahúsini, har høvuðsevnið hevur verið um, hvussu útnorðursamstarvið kann verða styrkt.

Á einum fundi millum formansskap Útnorðurráðsins, samstarvsráðharra Íslands, landsstýrismannin í Føroyum í norðurlandamálum og landsstýrismannin í Grønlandi í norðurlandamálum varð tosað um nærri samstarv partanna millum. Á fundinum varð semja um at evna til eitt uppskot um avtalu um karmar fyri samstarvi millum Útnorðuráðið og stjórnirnar í londunum í Útnorði. Somuleiðis varð kunnað um ráðsins virksemi frameftir og raðfestingar ár 2000 hjá Norðurlanda ráðharraráðnum í sambandi við Útnborði. Her kann nevnast, at upplýst varð um tí sonevnda Brattalíð-ætlanina, endurreisn av garði Eiriks Reyða og Tjóðhildarkirkju í Brøttulíð í Grønlandi, at vígsla verður tann 16. juli í ár 2000.

Mentamálaráðharrarnir í Útnorðir kunnaðu formansskapin í Útnorðurráðnum um arbeiðið við endurnýggjan av mentanaravtaluni landanna millum, og í hesum sambandi hava ráðharrarnir ætlanir um, í ein ávísan mun, at fáa tilráðingar ráðsins frá ársfundinum í 1998 um mentanarsamstarv við í avtaluna. Harafturat tosaðu partarnir um eitt møguligt samstarv við at stovna eina Útnorður bókmentavirðisløn í barna- og ungdómsbókmentum.

Á einum fundi millum formansskap Útnorðurráðsins og stjórarnar í Norðurlandahúsunum varð tosað um ætlanirnar um eina stóra framsýning um veiðimentan í londunum í Útnorði. Harafturat kunnaðu stjórarnir formansskapin um tað ørgrynnu av Útnorður virksemi, sum verður í húsunum ár 2000, harafturat greiddi formansskapurin frá ætlanunum um mentanararv Útnorðurráðsins ár 2000.

Síðan 1996 hevur Útnorðurráðið hava eygleiðarastøðu á ársfundum Norðurlandaráðsins. Norðurnevndin í Norðurlandaráðnum, hvørs arbeiðsøki er norðurlendsk samstarv, hevur verið samstarvsfelagið Útnorðurráðsins í Norðurlandaráðnum. Tí er tað vorðið siðvenja at formansskapur Útnorðurráðsins og formansskapin í Nordennevndini hittast í sambandi við ársfund Norðurlandaráðsins.

Á fundinum, sum hildin varð í sambandi við ársfundin í Stockholm, varð tosað um virksemi í Útnorði frameftir hjá ráðnum. Í hesum sambandi upplýsti Nordennevndin, at tey hava ætlanir um at vera við í hátíðarhaldinum í sambandi við vígsluna av bygningunum í Brøttulíð, og at nevndin er ógvuliga áhugað í at vera við í mentanarráðstevnu Útnorðurráðsins, sum verður hildin í sambandi við vígsluna.

Ársfundur Norðurlandaráðsins hevur staðfest, at tað er ein vaksandi áhugi fyri samstarvinum í Útnorði.


Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur millum stjórnirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Formaður er Jógvan Durhuus, løgtingsmaður. Afturat formanninum luttóku á fundunum næstformaður ráðsins Árni Johnsen, altingsmaður, og Otto Steenholdt, landsstýrismaður.