Styrkt árstalsfelag til Klaksvíkar

Í B36 vóna tey, at bæði Sam Malson og Súni Olsen eru við, tá teir fara at takast við KÍ í Klaksvík

Tá vit hóskvøldið frættu úr B36-leguni, var framvegis ikki heilt greitt, hvussu gekst við at fáa seinastu undirskriftirnar upp á pláss.

Men vónin var avgjørt, at bæði enski Sam Malson og føroyski Súni Olsen skuldu hava øll pappír og loyvi í lagi, áðrenn fríggjadagurin var lokin. Og eisini er Johan V. Gunnarsson nú aftur tøkur, eftir at spæliloyvið hjá honum hevur verið í danska Køge í vár.

Og tað er uttan iva góður styrkur hjá B36. Hinvegin er hópurin nú uttan Karoly Potemkin, sum fyrr í vikuni fekk sekkin í felagnum, og heldur ikki er Tamas Nagy við hesaferð. Hann er leikbannaður til dystin í Klaksvík, og í løtuni er hann uttanlands.

Hjá KÍ er talan eisini um styrk. Páll Klettskarð hevur hetta seinasta árið skotið hópin av málum fyri unglingaliðið hjá Fremad Amager, og hann hevur tikið spæliloyvið við sær, nú hann er heima í summarfrí.

Hartil er Kristian á Lakjuni nú aftur tøkur eftir skaða, meðan Bjarni Jørgensen neyvan er til reiðar at spæla, hóast hann er byrjaður at venja aftur. John Hammer er eisini á skaðalistanum hjá KÍ, og hann verður so ikki tøkur.