Styrkt KÍ-lið vann í Vágunum

Fótbóltur: Nú verður farið um ta sonevndu »strikuna« í landskappingini, og tí var seinasti møguleiki hjá 2. deildarliðunum at styrkja seg við 1. deildarspælarum. KÍ hevði fleiri sovorðnar við í Vágum

Tað var eitt styrkt KÍ-lið, sum fór vestur í Vágarnar leygardagin. Zoran Mancic, Harley Bertholdsen og Rógvi Jacobsen eru allir millum stamspælararnar á 1. deildarliðnum, men nú 1. deild helt frí orsakað av landsdystinum, nýttu klaksvíkingar høvið til at styrkja liðið, sum stríðist í tyngra endanum 2. deild.

Og hetta var eisini seinasti møguleiki at gera tað, tí tann sonevnda »strikan« í kappingarskránni, sum merkir, at tað ikki er loyvt at flyta spælarar niður í lægri deild, ger seg galdandi nú.

KÍ vann dystin 1-0, og tað vóru teir tríggir 1. deildarspælararnir, sum gjørdu málið. Tað vóru spældir góðir tjúgu minuttir, tá Zoran Mancic legði innfyri úr høgru. Rógvi Jacobsen legði bóltin fyri føturnar á Harley Bertholdsen, sum skeyt á stongina og inn.

FS Vágar legði annars hart út og trýsti spælið oman á KÍ-hálvuna, men gestirnir komu skjótt fyri seg, og tað var eitt skot fyri bógvin hjá vágamonnum, tá KÍ fekk málið.

Í seinna hálvleiki var tað aftur heimaliðið, sum trýsti og kom fram til nakrar møguleikar, men unglingamálmaðurin Meinhard Joensen, sum hevur loyst John William Joensen (er farin til Danmarkar) av, stóð væl. FSV-trýstið elvdi eisini til fleiri KÍ-mótálop, har klaksvíkingar fleiri ferðir vóru einsamallir við málmanninum.

Bæði liðini høvdu sostatt møguleikar fyri fleiri málum, men hvørki megnaði at umseta kjansirnir til harðan valuta. Klaksvíkingarnir høvdu teir størru kjansirnir, og tí var tað helst eisini uppiborið, at teir fingu øll stigini við sær heim aftur.